Um Dáan.
Dáin er fyrsti stovnur í Føroyum, sum er bygdur til endamálið, og lat fyrstu ferð upp alment tann 1. apríl 1989.
Dáin hevur frá fyrstantíð av verið sjálvsognarstovnur, og er tað enn, men samstarvar við Almannaverkið viðvíkjandi upptøku av borgarum á heimið. Stovnurin er fyri alt landið.
Dagtilboðið hjá Dáanum er ætlað børnum og ungum upp til 18 ár eftir skúlatíð.
Navnið Dáin
Uppskotið til navnið til frítíðar- og umlættingarheimið kom Amanda Hansen við. Hugskotið til navnið kom úr yrkingini hjá Hans Andriasi Djurhuus um øksini, sum vildu køva dáan, bara tí hann var øðrvísi. Í yrkingini sigur dáin: Eg havi væl loyvi at liva her líka so væl sum tit. Boðskapurin hjá Hans Andriasi var greiður, og sama boðskap skuldi heimið hava.
Tey standa og vagga og tráa
á akrinum stadnandi øks,
og deila hin bjartoygda dáa,
ið upp millum teirra vóks.
„Vit áttu at plágað og pínt teg
og altíð at stungið tær skør,
vit áttu at køvt teg og týnt teg,
tú stendur á okkara jørð.
Og alla tøðuna átst tú –
og royndi at gera mein.
Og altíð so prangandi stóðst tú
– Tú voldi, at vit eru sein“
Men dáin stendur í iva,
og hann hevur ymsan lit:
„Eg havi væl loyvi at liva
her líka so væl sum tit“
Tá verða tey øks at tagna,
tí tað segði dáin satt:
hvønn vøkstur Gud hevur fagnað,
og hvør eigur lívsins rætt.