Stýrið.
- Forkvinna: Jona Nielsen (Javni)
- Stýrislimur: Petur Martin Hansen (Landsvaldur)
- Stýrislimur: Annika Johansen (Kommunalvald)
Skipan av stýrinum
Dáin hevur eitt stýri, har Føroya Landsstýri velur ein lim, Javni ein og Klaksvíkar býráð ein. Vald verða eisini varafólk fyri teir tríggjar limirnar í stýrinum. Umboðini hjá landsstýrinum og Javna verða vald aftan á hvørt løgtingsval og tað hjá kommununi aftaná hvørt býráðsval. Fólk, sum starvast á heiminum, kunnu ikki veljast ella sita í stýrinum. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni, og er hægsti myndugleiki fyri Dáan. Landið fíggjar raksturin av stovninum, meðan leiðarin hevur, saman við stýrinum, fíggjarligu fyrisitingina av heiminum um hendi. Leiðarin hevur samstundis ábyrgdina av tí umsorganarligu viðgerðini av teimum borgarum, sum eru upptikinir á heimið. Leiðarin setir og loysir eisini úr starvi starvsfólk, tó onkuntíð saman við stýrinum.