Søgan.
Tað vóru serliga tvey foreldrapør, sum stóðu á odda í stríðnum fyri betri umstøðum til tey, ið høvdu brek og menningartarn. Tað vóru Hannefía og Hans Poulsen, sum vóru foreldur at Símuni, ið var føddur í 1960, og Amanda og Karl Hansen sum áttu sonin Jákup, ið var føddur í 1951. Báðir høvdu teir menningartarn, og báðir høvdu teir merkt á egnum kroppi, hvussu tað var ikki at fáa hjálp í nærumhvørvinum. Hannefía Poulsen var forkvinna fyri Javna frá 1980 til 1982, og hjá henni var tað umráðandi, at tey menningartarnaðu høvdu møguleika at vera ein partur av nærsamfelagnum, har tey hoyrdu heima. Tey bæði Hannefía og Símun, bjóðaðu Klaksvíkar Kommunu at keypa bøin, har Dáin liggur í dag, og sum tá var partur av Stovugarðsfestinum. Tey rindaðu Jarðar-ráðnum tað, sum tað kravdi, og royndu so saman við øðrum at ávirka politikarar og myndugleikar at fara undir at byggja eitt frítíðar- og umlættingarheim til fólk við menningartarni. Karl Hansen var í 1981 valdur í Klaksvíkar býráð, og hann tók beinanvegin, og av fullum huga, undir við hugskotinum hjá Hannefíu at seta á stovn umlættingar- og frítíðarheim í Klaksvík. Hetta sama árið bar felagið Javni eisini ynski fram til Klaksvíkar Kommunu um at byggja hetta heimið í Klaksvík.
29. desember í 1983 játtar Klaksvíkar Kommuna byggibúgvið grundøki, sum upprunaliga var ætlað til ítróttarøkið, til frítíðar- og umlættingarheim at byggjast á. Samstundis setti kommunan 150.000 kr av á fíggjarætlanini til endamálið og Lions Club, Klaksvík, lat 100.000 kr. til endamálið. Fyri at byggingin kundi fara í gongd, broytti Klaksvíkar býráð byggisamtyktina fyri økið, sum umlættingar- og frítíðarheimið sambært byggiætlanini skuldi byggjast á, og landsstýrið góðtók hesar broytingarnar í apríl 1986. Tá kundi kommunan so keypa grundøkið, 1.800 m2, og 11. november 1987 játtar kommunan heiminum byggiloyvið sambært tekningum. Arbeiðið fer í gongd, og 1. apríl 1989 verður Dáin alment tikin í nýtslu.