Endamál og reglugerð.
Í viðtøkunum frá 5. november 1987, broyttar 23. oktober 1989, stendur upplýst, at umlættingarheimið eitur Dáin og er sjálvsognarstovnur við heimstaði í Klaksvík.
Endamálið við heiminum er í fyrra lagi alt samdøgrið at taka upp í pleygu heimabúgvandi sálarliga menningartarnað fólk, bæði børn og vaksin fyri at lætta um hjá teimum avvarðandi og í hesum sambandi at leggja til rættis umsorganarliga viðgerð. Í øðrum lagi at taka upp sálarliga menningartarnað fólk, ið búgva á stovni ella heima, bæði børn og vaksin til frítíðarítriv fyri styttri ella longri partar av degnum. Um tað ikki ger seg inn á endamálið, kann heimið eisini taka upp fólk við øðrum breki enn sálarligum menningartarni.