Leys størv.
Námsfrøðingar
Dáin søkir eftir tveimum námsfrøðingum til dagumlættingina at byrja so skjótt tilber.
Um størvini
Eitt farloyvisstarv á 20 tímar pr. viku, at seta 01.03.26 til 28.02.27
Eitt fast starv 20 tímar pr. viku
Arbeiðsuppgávur
Í dagumlættingini kunnu børn/ung við avbjóðingum, í skúlaaldri koma eftir skúlatíð.
Vit arbeiða miðvíst við at menna tey sosialt, sjálvstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað børn, so tey kunna klára seg í dagligdegnum.
Førleikar
Tit skulu hava útbúgving sum námsfrøðingar, um eingin námsfrøðingur søkir, kunnu størvini verða fyribilssett við hjálparfólki.
Vit taka fyri givið at tú hevur hug og hegni at arbeiða við børnum við avbjóðingum, og at tú tekur ábyrgdina á teg, soleiðis at vit saman kunna skapa ein fjølbroyttan, gevandi og mennandi dag
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála hjá Føroya Pedagogfelag
Umsóknir skulu vera Dáanum í hendi, í seinasta lagi 25. februar 2026 kl. 15.00
Nærri upplýsingar sum størvini fáast við at venda sær til Onnu Mariu Jákupsdóttir, leiðara, á tlf.: 297752 ella á teldupost: AnnaMariaJ@av.fo