Um umlættingina.
Døgnumlætting
Tey, sum koma í Dáan til døgnumlætting gjøgnum vikuna, eru partur av einum vanligum gerandisdegi, eins og tað er aðrastaðni. Tey hjálpa til við tí, sum ein dagur krevur. Hetta við t.d. at gera mat, vaska klæðir, reiða sengur upp og gera matpakka til dagin eftir. Gjøgnum dagin verður annars hugnað um við at spæla borðspøl, tekna, mála, hyggja at sjónvarpi, ella fara ein gongutúr ella túr við bussinum. Svimjihøllin er tætt við, so høvið er at fara at svimja ella í Vælveru.
Dagumlætting
Frítíðartilboðið er fastari skipað enn døgnumlættingin, og dagsskrá verður gjørd til hvønn borgara, alt eftir teirra tørvi og støði, so at dagurin er í føstum kørmum, sum tey kenna og eru trygg við, umframt at tey fáa ein innihaldsríkan gerandisdag. Harumframt eru ymisk felagstiltøk saman við hinum borgarunum, sum eisini eru i Dáanum tá. Av felags virksemi kunnu nevnast, at viðhvørt verður farið at bovla ella at vitja virkir og fyritøkur, ella at tað verður farið í fimleikarhøllina at spæla liðspøl, ella yvir á rennibreytina. Busstúrar eru sjalvandi eisini rættiliga javnan. Í Dáanum kunnu tey eisini gera mat, baka, mála, perla, spæla borðspøl ella hava heimabiograf. Hevur man hug at hugna sær og slappa av, kann man fáa sær eitt fótabað ella fara í sansarúmið at liggja í vatnsongini ella heingikoyggjuni og hoyra avslappandi tónleik. Samanumtikið kann sigast, at alt tað, sum tey gera í øðrum frítíðarskúlum, gera tey eisini í Dáanum.
Alt er lagað eftir árstíðini og veðrinum og einstaka borgaranum, sum er har júst tá.