Dag- og døgnumlætting.
Dag- og døgnumlætting
Dáin er bæði eitt frítíðartilboð, eisini kallað dagumlætting, og eitt heim til døgnumlætting.
Frítíðartilboðið er eitt stað til tey, sum ganga í skúla, so at tey eins og onnur í samfelagnum, hava nakað at ganga til í frítíðini, og kunnu vera saman við øðrum sosialt, so at tey trívast og mennast sum menniskju.
Døgnumlættingin er til tey, sum liggja nátt, bæði í longri og styttri tíðarskeið.Tað kann vera alt frá einari nátt, til,
um tað krevst, fleiri nætur í t.d. eini summarfrítíð.