Búmerkið hjá felagnum
15. apr. 2024

35 ára føðingardagur.

Í sambandi við at umlættingarheimið Dáin fylti 35 ár tann 1. apríl í ár, verður bjóðað til almenna móttøku í Varpinum, týsdagin 16. apríl kl 14.00 – 17.00.

Bókaútgáva

Til hetta sama høvið verður møguleiki at ogna sær serstaka bók um Dáan, sum vit hava valt at fingið skrivaða og givna út til henda serliga dagin. Sjálv bókin er ókeypis, men hevur onkur hug at lata pening fyri bókina, og sum stuðul til kostnaðin fyri bókaútgávuna, so eru vit takksom fyri tað. Vit hava ikki atgongd til terminal hendan dagin, so bússa til reiðan pening kemur at standa frammi, og fólk kunnu lata eitt oyra, hava tey hug til tað.

Røður, matur og undirhald

Til løtuna bjóðar Joan Midjord, leiðari, vælkomin, og so verður orðið annars frítt. Vit fara at hugna okkum við onkrum fittligum bita til matna, køkum og drekkamunni, og tað sum annars hoyrir til ein rættan føðingardag. Harumframt verður ymiskt undirhald -  bæði kent og okkurt spennandi nýtt.


Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við okkum!

Vinaliga 
Stýrið, leiðslan og starvsfólk í Dáanum