Búmerkið hjá felagnum
05. feb. 2026

Leys størv.

Námsfrøðingar


Dáin søkir eftir tveimum námsfrøðingum til dagumlættingina at byrja so skjótt tilber.

 

Um størvini

Eitt farloyvisstarv á 20 tímar pr. viku, at seta 01.03.26 til 28.02.27

Eitt fast starv 20 tímar pr. viku

 

Arbeiðsuppgávur

Í dagumlættingini kunnu børn/ung við avbjóðingum, í skúlaaldri koma eftir skúlatíð.

Vit arbeiða miðvíst við at menna tey sosialt, sjálvstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað børn, so tey kunna klára seg í dagligdegnum.

 

Førleikar

Tit skulu hava útbúgving sum námsfrøðingar, um eingin námsfrøðingur søkir, kunnu størvini verða fyribilssett við hjálparfólki.

Vit taka fyri givið at tú hevur hug og hegni at arbeiða við børnum við avbjóðingum, og at tú tekur ábyrgdina á teg, soleiðis at vit saman kunna skapa ein fjølbroyttan, gevandi og mennandi dag

 

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá Føroya Pedagogfelag

 

Umsóknir skulu vera Dáanum í hendi, í seinasta lagi 25. februar 2026 kl. 15.00

Nærri upplýsingar sum størvini fáast við at venda sær til Onnu Mariu Jákupsdóttir, leiðara, á tlf.: 297752 ella á teldupost: AnnaMariaJ@av.fo